Í hesum døgum er kjak í ítróttaheiminum um, hvat flagg ein skal dystast undir. Í okkara føri er tað mest sum altíð føroyska Merkið ella danska Dannebrog, sum ítróttafólk kunnu velja ímillum, uttan at verða niðurgjørd.
Annarleiðis er úti í heimi.
Har er ógvuslig happing sett í verk.
Tað sást, tá ísraelska Anastasia Gorbenko svam í heimsmeistarakappingini í Doha og vann silvur.
Allir miðlar skriva um, hvussu áskoðararnir til svimjikappingina róptu ókvæmisorð eftir henni, heldur enn at heiðra henni.
Er svimjing við at lyfta happing upp í nýggjar hæddir, ella er hetta eindømi, ella bara enn eitt dømi um antisemitismu?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo