Kríggið ímillum Ísrael og Hamas er ikki við at enda, tað er júst byrjað.
Tað sigur ísraelski verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, við Times of Israel.
Í løtuni verður bumbað úr luftini, men skjótt fara ísraelsk herfólk inn í Gaza, og tá er ógjørligt at siga, um tað fer at taka ein, tveir ella fleiri mánaðir sigur Yoav Gallant.
- Hetta verður seinastu ferð at vit fara inn í Gaza. Og tað av teirri einføldu orsøk, at tá vit eru liðug, tá er Hamas ikki til longur.
Ísrael hevur seinastu tímarnar intensiverað bumbingina av Gaza og heitir áhaldandi á øll sivilfólk um at sleppa sær burtur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo