Ísraelski herurin givið boð um at øll, sjúklingar, starvsfólk og flóttarfólk, skulu fara úr al-Shifa hospitalinum. Tað skulu tey gera alt fyri eitt og í seinasta lagi eftir einum tíma.
Læknarnir siga, at tað er ógjørligt, millum annað tí at tað eru ikki nóg nógvir sjúkrabilar til at flyta sjúklingarnar.
Herurin sigur seg hava funnið eina herleiðslustøð hjá Hamas í sjúkrahúsinum.
Ísraelski herurin tók seg inn á sjúkrahúsið náttina til mikudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo