Seinastu mánaðirnar hevur vitanin um neyðtøkur og kynsligar valdsgerðir undir Hamas-álopinum givið miklar reaksjónir, bæði í Ísrael og altjóða.
Prógv savnað saman av ísraelskum felagsskapum hava leingi bent á at Hamas framdi kynsligar valdsgerðir móti kvinnum ymsa staðni í Ísrael, sambært tíðindastovuni AP.
Seinnapartin í dag hevur Felagið fyri neyðtøkukreppumiðstøðir í Ísrael lagt fram eina longri frágreiðing sum vísir at álopini vóru meira umfatandi enn fyrr hildið.
Frágreiðingin er umrødd í fleiri altjóða miðlum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo