Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Iran sigur, at álopini sum Ísrael framdi í nátt hava gjørt avmarkaðan skaða. Tó vórðu boðini lisin upp í sjónvarpinum, ongar myndir vórðu vístar.

Ísrael sigur, at álopini vórðu rættað ímóti støðunum, har Iran framleiðir sínar rakettir. Og nú hesi støð eru rakt, er Iran veikari, og tað ger tað enn lættari hjá Ísrael at gera fleiri álop seinni.

- Vit hava við álopunum í nátt víst, at vit hava bæði evnini og viljan at raka øll sum leypa á statin Ísrael og okkara borgarar. Skuldi Iran gjørt tann feilin at svara aftur, verða avleiðingarnar sera álvarsligar fyri Iran, sigur Ísrael millum annað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo