Ísrael kom í gjár við einum nýggjum uppskoti um vápnahvíld og leyslating av gíslunum. Tað sigur ein egyptisk trygdarkelda við ABC News.
Bíðað verður nú eftir svari frá Hamas - sum hevur fingið freist á 24 tímar, sambært kelduni.
Hetta er fyrstu ferð at Ísrael er komið við einum uppskoti um vápnahvíld og leyslating av gíslum síðani 7. oktobur í fjør, skrivar sjónvarpsrásin sambært Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo