Til ein dyst ímillum tvey lið úr Ísrael og Niðurlondum í gjár vórðu fleiri jødisk viðhaldsfólk álopin og minst 10 eru særd. Onkur av fótbóltsáskoðarunum er eisini horvin eftir hendingina. Passini vórðu stolin frá fleiri av ísraelittunum.
Fleiri pro-palestinsk fólk lupu á ísraelsku viðhaldsfólkini eftir dystin, sum var ímillum Ajax Amsterdam og ísraelske liðið Maccabi Tel Aviv í Europa League.
Ísrael sigur, at landið fer at senda flogfør eftir álopnu fótbóltsviðhaldsfólkunum fyri at fáa tey heim. Tey eru biðin um ikki at fara út, men bíða á gistingarhúsunum, har tey búgva, til flogførini koma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo