Teir 50 gíslarnir eru 30 børn og 20 kvinnur.
Harumframt fer Ísrael at lata leysar 150 palestinskar fangar, sum sita í ísraelskum fongslum.
Ikki øllum dáma avtaluna, eitt nú ísraelski ráðharrin við ábyrgd fyri politinum í Ísrael, Itamar Ben-Gvir, sum kallar tað reint idioti at halda vápnahvíld í 4 dagar. Annars var breiður meiriluti í stjórnini hjá Benjamin Netanyahu um at góðtaka uppskotið.
Hamas tók 240 gíslar undir álopinum á Ísrael 7. oktobur, og hetta er fyrsta vápnahvíldin í krígnum sum kom aftaná.
Ísrael hevur sagt seg sinnað at leingja vápnahvíldina í ein dag fyri hvørjar 10 gíslar sum verða leyslætnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo