Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt land skarar fram um onnur lond, sum liggja í ella eru umgird av oyðimørk.

Landið er ‘stórveldi’, m.a. tí tað hevur, ja framleiðir yvirflóð av lívgevandi vatni.

Jú meiri, vit hava fylgt Ísrael eftir 7/10/23, jú meiri síggja vit Guds hond virka.

Hetta er 6. kríggj Ísraels fyri at yvirliva og 3. ‘intifada’ móti PLO, Hamas o.fl.

Jødarnir eru søgurnar mest forfylgda fólk farnu 4.000 árini síðan Abraham.

Allir teirra fíggindar, t. m. Egypt, Babylon, Róm, Nazi-land, Sovjet eru burtur.

Ísrael stendur enn líka sterkt eftir, eittans jødastatur millum 50 muslimsk lond.

Argastu jødafíggindar í dag eru vesturlendskir sosialistar (í parti við Kamban).

Tey eru í samgongu við islamar við tí máli at týna allar jødar og kristin.

ST hevur gjørt fleiri samtyktir ímóti Ísrael enn móti ø.ø. limalondum tilsamans.

50 muslimsk ST-lond tykjast verða etin upp av religiøsari øvund móti Ísrael

70% av heimsins vatni er sjógvur
Nevnda heimsmet við feskvatní í yvirflóð er eitt av fleiri brøgdum, Ísral eigur.

Annað dømi: 14 mió jødar eiga 20-falt fleiri Nobel-prísir enn 1,4 mia muslimar.

Latum okkum sammeta Ísrael við deyðans sandlond, tá um ræður vatn.

Feskt vatn er treyt fyri øllum fólka-, djóra- og plantulívi á landi.

Uttan feskt vatn frá regni av himni, í áum og vøtnum, fæst ikki mannaføði.

Granskingar vísa, at við 8 mia menniskjum á jørðini, er trýst á feskum vatni.

Lond sum Kuwait, Bahrain, Kypern, Oman og Qatar eru komin í vatn-panikk.

Ísrael er eitt av fleiri turrum londum í Miðeystri, tí har regnar alt ov lítið.

Orðið ‘vatn’ er nevnt 6-700 ferðir í Bíbliuni, tí har hevur altíð verið skerpingur.

Í 2500 ár hava tær dagligu bønirnar hjá jødum umfatað bøn um regn og vatn.

Fyri 100 árum síðan búðu bert ½ mió fólk millum Jordan og Miðjarðhavið.

Tað mesta feska vatnið kom - til fyri stuttum - úr Genesaret og Jordanánni.

Flestu ísraelar búgva við sjógvin
40% av ísraelum búgva við sjógvin, tí har regnar 500 mm (1/3 av Føroyum).

Men Ísrael hevur 3.300 sóltímar árliga, 4-falt fleiri enn Føroyar. (Ójavnt býtt).

Innara og Suðurísrael hevur einki avfall, og nógv fjallalendi var fólkatómt.

Eftir 1948 boraðu tey brunnar av grimd og bygdu eitt netverk av vatnveitum.

Frá tí fyrsta veltu og dyrkaðu tey frukt og grønmeti, og oyðimørkin blómaði.

Sædd úr erva vaks hesin grøni bletturin støðugt í sandoyðuni í Miðeystri.

Ísrael var leingi landbúnarland, har tað almenna átti nógv av búskapinum.

Til fyri 25 árum síðan var vatntrot enn ein støðug forðan fyri fólkavøkstri.

Men fólkatalið í muslimsku grannalondunum øktist við stórum barnatali.

Kloakk- og spillvatn endurnýtt
So fóru jødarnir at reinsa og endurnýta kloakk-, og spillvatn vísindaliga.

Eftir 1990 bleiv tann fyrr almenni búskapurin einskyldur og seldur privatum.

Íløgurnar úr útlondum og innaneftir tvífaldaðust árliga, og búskapurin vaks.

Ísrael fær árliga 10-falt fleiri altjóða patent,  enn 100 ferðir fleiri arabar fáa.

Sum í flestu londum krevur ísraelskt jarðarbrúk dastið av tí vatni, ið er tøkt.

Vísindaliga reinsað spillvatn verður nú endurnýtt til at menna jarðarbrúkið.

Ísrael endurnýtur nú 90% av øllum spillvatni. (Næst kemur Spania við 19%).

Teir fóru at dropavæta úr rørum við holum í eftir jørð niður í hvørja planturót.

Við skilvísari vatnrøkt eydnaðist at nøkta vatntørvin hjá vaksandi fólkatali.

Tí kláraði Ísrael at taka ímóti 3 mio jødum úr Sovjet, tá sosialisman var fallin.

Rinda meiri, brúka minni
Myndugleikarnir fóru at krevja gjald fyri ta vatn, ið fólk brúktu heima og úti.

Fólk spara altíð tað, ið tey sjálvi skulu gjalda beinleiðis fyri eftir nýtslu.

Tað gav statinum inntøku at gagnnýta og útbyggja vatnleiðingarnar meiri.

Vatnið rakk støðugt longur, nú teknisk ávaring sigur frá brotum og lekum.

Men fólkavøksturin førdi til, at vatnstøðan í Genesaret og Jordanánni fall.

So funnu teir ótroyttiliga ísraelarnir mátan at útvega drekkivatn uttan mark.

Teir lærdu seg at avsalta sjógv 60% bíligari, enn gjørligt var áðrenn.

Tá bleiv Ísrael eitt búskaparligt og hernarligt stórveldi millum grannar.

Teir fingu lívsins vatn frá Jahwe, men muslimar fingu deyðans sand frá Allah.

Nú er miðal ársinntøkan per íbúgva í Ísrael 10-falt hægri enn í grannalondum.

T.d. er Sýria enn ein sandoyða við shia-islamskum harðræði undir Al-Assad.

Sýria er 185.000 km2 við 22 mió fólkum. Turkur elvdi til borgarakríggj í áravís.

700.000 sýrar doyðu og flýddu undan øðrum sýrum. Men tá mótmælti eingin.

Al-Assad er læknalærdur í jakkasetti, men Putin tryggjar honum valdið.

Drykkjuvatn úr sjógvi
Nú hevur Ísrael 5 risa avsaltingarverk fram við Miðjarðhavi og eitt við Eilat.

Teir fara undir at byggja 2 stór verk aftrat til at ‘desalinera’ (avsalta) sjógv.

Ísrael er bert 20.000 km2 til víddar, 30% minni enn Jútland (30.000 km2).

Men í Ísrael eru 8 mió borgarar, ella 4 ferðir fleiri fólk enn danir í Jútlandi.

Hesar 8 mió jødar og arabar fáa nú 85% av sínum drekkivatni úr sjógvi.

Palestinar í Gaza og PA fáa 20-30 mió tons av vatni frá Ísrael árliga.

Ísrael tryggjar palestinum mat og drekka og noyðast nú at kríggjast afturfyri.

Jordan er ein annar granni eystan fyri Jordan, eisini ‘turrlagt’ einaveldi.

Jordan hevur 26 km av strond, nokk til ómáld mió tons av feksvatni úr sjógvi.

Men Ísrael letur Jordan 150 mió/tons av vatni árliga avsaltað og úr Genesaret.

Heimsmet í avsaltaðum drekkivatni
Ísrael ger bíligast drekkivatn úr sjógvi og hevur gjørt 400 vatnverk kring heim.

Tey røkka úr Azerbajan við Kaspiska Hav um Tanzania, til Kanada og USA.

Drekkivatn trýtur mest í Miðeystri, men eisini í Asia, Afrika og Suðuramerika.

Vatnorkan hjá Ísrael førdi til Abraham-avtalurnar hjá Trump við arabalond.

Ísraels- og jødahatur hjá islamum botnar ikki í ósemjum um land og vatn.

Nei, anti-semitisma er religiøst grundað. Islam hóttir heimsfriðin mest..

Lendi ov ovmikið av, um fólkini, ið har búgva, bert duga at fáa gagn burturúr.

Ein tvístata loysn við Palestinar hevði brátt gjørt Ísrael til eina sandoyðu aftur.

Islam er ein deyðskultur, og islamar hava dømt seg sjálvar til svarta miðøld

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo