Ísrael leyp í nátt á Al-Shifa sjúkrahúsið, sum er størsta sjúkrahúsið í Gaza. Stríðsvognar hava kringsett sjúkrahúsið og herfólk eru farin inn.
- Hamas leiðarar krógva seg á sjúkrahúsinum, sigur talsmaðurin fyri ísraelska herin, Daniel Hagari á miðlinum X. Hann sigur, at herurin hevur prógv fyri, at oddafiskarnir í Hamas hava víggirt seg inni á sjúkrahúsinum, og samskipa álopini á Ísrael hagani.
Fleiri miðlar, eitt nú Washington Post og New York Times hava dokumenterað, at tunlar eru undir sjúkrahúsinum, og at hesir eru partur av umfatandi tunnilsnetinum undir Gaza býi sum Hamas hevur gjørt og brúkar í stríðnum ímóti Ísrael.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo