Sum skilst er talan um eina vápnahvíld, sum skal vara í 60 dagar, men bert um Hizbollah heldur allar treytirnar.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at eru nøkur tekin um, at Hizbollah, sum heldur til í Libanon, ikki heldur treytirnar, tað vil siga grevur tunlar, leggur vápn inn undir seg ella sendir rakettir inn í Ísrael, so leypur Ísrael á aftur.
Nógv 1.000 fólk eru síðani oktobur í fjør flýggjað úr norðara parti av Ísrael, men tey kunnu venda heim aftur um vápnahvíldin verður veruleiki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo