Ísrael skal hava framt álop á Iran tíðliga í morgun. Tað skriva fleiri miðlar, millum annað ABC News.
Fleiri spreingingar hava verið at hoyrt í Isfahan landslutinum, Ísrael hevur ikki váttað tíðindini, men USA skal hava fingið kunning frá Ísrael um álopið.
Størsti flogvøllurin í Iran, Imam Khomeini flogvøllurin, er stongdur í dag.
Oljuprísurin gongur upp eftir tíðindini um ísraelska álopið á Iran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo