Sjúrður Skaale á Facebook: Í debattini á flkatingi i nátt tosaði eg um Ísrael, Gaza - og tað óhugnaligu antisemitismuna, sum er vaksin fram á muslimska høgravonginum ytsta politiska vinstravonginum um alt Europa síðani álopið 7. oktober.
Frá miðlum og øllum flokkum (uttan einum) var stórt rós. Mette F tosaði um bestu talu hetta valskeiðið, og Berlingske um “Måske årtiets tale”.
Talan var IKKI serliga góð. Eg tosaði um banalitetir. Sjálvfylgiligheitir. Eg segði ting, sum øll vita.
At TAÐ skal vera nakað serligt, er faktiskt nokkso ræðandi.
Tí sum fleiri søgdu við meg aftaná: Hatta er so. Vit vita tað øll. Men vit tora ikki at siga tað…
Í morgun havi danskir jødar skrivað og ringt, takka fyri taluna, og greitt frá síni sera truplu støðu í Danmark.
Tað eru vandamiklar kreftir uppá spæl í Vesturheiminum.
Leinkja til tey, ið vilja síggja spurningarnar og svarini í fullum líki: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo