Ísrael hevur biðið fólk sum eru í býnum Khan Younis har suðri í Gaza um at fara úr stórum pørtum at býnum. Tað skulu tey gera, tí tað er ikki longur trygt at vera í býnum, hava tey fingið at vita.
Nógv hundrað túsund fólk eru í býnum, og fleiri teirra eru flýggjað úr øðrum pørtum av Gaza, har ófriður leingi hevur valdað.
USA hevur ávarað um, at tað eru ikki nógv støð, fólkini kunnu fara.
Boðini koma eftir, at ísraelsk álop á ein skúla í Gaza í gjár kostaðu minst 60 fólkum lívið. Ísraelski herurin sigur, at minst 19 Hamas limir doyðu í álopinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo