Íslendska uppsjóvarskipið Bjarni Ólaffson kom á beding hjá MEST týsdagin. Skipið kemur úr Neskaupstaði á eysturlandinum í Íslandi.
Hann kemur í høvuðsheitum at umvæla skrúvubløðini, sum skipið hevur havt ávísar avbjóðingar av. Harumframt verður ymiskt viðlíkahalds arbeiði gjørt, og verður skipið eisini málað her.
Skipið verður væntandi í Føroyum í 2-3 vikur ella so. Bjarni Ólaffson er eitt stórt uppisjóvar skip sum er 64 metrar langt og 13 metrar breitt.
Hetta er fyrstu fer at skipið er til umvælingar á MEST.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo