Íslendski forsetin, Gudni Johannesson hevur í kvøld talað til tjóðina úr Hallgrímskirkjuni í Reykjavík. Hann segði millum annað, at íslendingar nú eiga at fyrireika seg uppá tað ringasta, hóast teir sjálvsagt vóna tað besta.
- Góðu landsmenn. Vit vita framvegis ikki, um tað fer at goysa undir Grindavík. Men um tað hendir, so skulu vit nokk klára tað eisini, segði hann millum annað.
Myndugleikarnir hava flutt allar íbúgvarnar burtur úr býnum Grindavík á Reykjanesi, nærhendis Bláa Lóninum og eisini nærhendis floghavnini Keflavík. Í dag hava nøkur fólk fingið loyvi at sleppa heimaftur eitt stutt bil, og í morgin verður avgerð tikin, um nøkur afturat sleppa heim okkurt ørindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo