Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.

Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Mánadagin fáa føroyingar høvi at hoyra forsetan á almennum fyrilestri í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at røða um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.

Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 16:20. Forsetin heldur fyrilesturin á enskum, og høvi verður at seta spurningar aftaná.

Eftir tiltakið er pláss fyri kaffi og práti.

Neyðugt er við tilmelding, og tað verður gjørt her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo