MEST: Í seinastuni hava fleiri og fleiri íslendsk skip valt at fáa gjørt umvælingarnar á MEST.
Í løtuni eru trolarnir Gullver úr Seyðisfirði og Ljósafell úr Fáskrúðsfirði á MEST og fyrr í vár vóru uppisjóvarskipini Jón Kjartansson og Aðalsteinn Jónsson úr Eskifirði eisini til ymiskt umvælingararbeiði á MEST.
Talan eru um ymiskt viðlíkahalds- og umvælingararbeiði sum eitt nú: motorumvælingar, aksiltrekk og onkur hevur vaskað og málað botn og zink.
Ymiskar aðrar umvælingar eru eisini gjørdar.
Onnur føroysk skip, Jákup Sverri, Hoyvík, Brimil, Thor og Kópasteinur hava eisini valt ólavsøkutíðarskeiðið at fáa gjørt umvælingar.
Nøkur eru um at verða liðug og onnur júst komin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo