Enn er óvist hvat hendir á leiðini við Grindavík á Reykjanesi, har tað stendur til at fara at goysa hvørja løtu.
Minni jarðskjálvtar eru alla tíðina og bara síðstu nátt vóru teir vyir 630 í tali, tann størsti máldi 2,7 á Richter stiganum.
Øll fólkini í Grindavík eru framvegis flutt úr bygdini, men myndugleikarnir vónaðu at fáa fleiri fylgisveinamyndir seinni í dag, sum kunnu brúkast til at taka væl grundaðar avgerðir um, hvat best er at gera.
Tað stutta av tí langa er, at íslendingar enn eru í bíðistøðu, tí enn ber ikki til at siga, at tað er nóg trygt hjá teimum at fara heim aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo