Ísland fær ivasama heiðurin sum vánaligasta landið í heiminum at koyra í.
Í øllum førum sambært felagsskapinum Allcarleasing, sum hevur gjørt upp og givið ymsum londum stig, alt eftir hvussu tey klára seg á ymiskum økjum, eitt nú hvussu dýrt brennievnið er, hvussu nógvar vanlukkur henda, hvussu góðir vegirnir eru og hvussu nógvir bilar eru fyri hvørjar 1.000 íbúgvar í landinum.
Ísland fær færri stig enn nakað annað land, men eisini Italia og Nýsæland fáa lítið burturúr og mugu taka til takkar við plássi niðast á listanum.
Í hinum endanum finna vit fyrst og fremst Meksiko, síðani Niðurlond og so Kili.
Av Norðurlondum er Danmark á einum fjórða plássi, Svøríki á 12. plássi og Noreg á 26. plássinum.
Tað eru bert limalondini í OECD sum eru tikin við í kanningina, men Australia og Kolumbia eru ikki við, tí hagani fingust ikki nóg nógvar upplýsingar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo