Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, hevur 1. februar 2023 formliga góðkent Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika.

Hetta er ein serføroysk útbúgving, sum er sett í verk sum ein fylgja av, at fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007.

Í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni frá 2013 verður ásett, at sóknarprestar umframt embætisprógv í gudfrøði skulu hava lært nám í føroyskari kirkjusøgu, skipan, siðum og embætisførslu.

1. september 2014 varð Jákup Reinert Hansen settur í starv sum lektari í kirkjusøgu á Søgu- og Samfelagsdeildini, og 1. februar 2015 byrjaði undirvísingin.

Helvtin av teimum føroysku sóknarprestunum hava lokið alla ískoytisútbúgvingina, og fleiri eru undir útbúgving.

Útbúgvingin fevnir um føroyska kirkjusøgu, kirkjurætt, gudstænastu- og sálmafrøði. Skeiðini verða eisini boðin út við sjálvstøðugum skeiðsnummari til onnur, sum t.d. lesa master ella hjánám, og sum stakskeið.

Við ískoytisútbúgvingini fáa teir føroysku prestarnir serligt innlit í tað heimliga starvsøkið og verða tískil betri ílatnir til embætið. Tí er tað at fegnast um, at arbeiðið at skipa hesa útbúgving við tí formligu góðkenningini nú er komið á mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo