Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sambandi við aktuellu støðuna um sammøður, fór eg at hugsa um tjóðskaparliga serstøðu, kristna lívið, familjur og sambond, yvirhøvur.

Viðvíkjandi ætlaðu broytingum í barsilsskipanini verður tosað um, at barnið ikki kemur at hava ein pápa.

Líta vit afturá, ella hugsa um hvussu viðurskiftini eru í væl kendu kjarnufamiljunum, so verða tað næstan líka nógvar støður, av betri og verri slagi, sum tað eru familjur;  og eg rokni við at tað eru eins nógv, sum ikki eru nøgd og takksom fyri ta familju ella tann pápa, tey fingu, sum tað eru fólk, sum sakna og ynskja ein pápa.

Einabørn ynskja sær systkin. Gentur ynskja systrar og beiggjar, dreingir ynskja beiggjar og systrar, og soleiðis vil tað altíð vera, at vit ynskja okkum eitthvørt, sum ikki altíð so væl ber til, uttan at eg skal samanlíkna hetta við leiklutin sum pápi – meira fyri at lýsa støðuna eitt sindur breiðari.

Kvinnur vilja úr parløgum, menn vilja úr parløgum –  tó børn, fíggjarstøða, bústaðarstøða og átrúnarlig viðurskifti kunnu verða forðingar.

Familjur hava loynidómar, - drekkarí, aðra misnýtslu, sálarsjúku, likamligan og sálarligan ágang, fátækraváða, stúranarbørn, umsorganarsvík, eins og vanligt er við hjúnarskilnaði.

Vit kundu hildið áfram við lýsingum um tey familjumynstur, vit góðtaka, eggja til og ynskja, og spyrja um vit á nakran hátt kunnu tryggja børnum bestu barnakor.

Vísindin, læknafrøðilig og heilsufrøðilig nýbrot góvu okkum nýggjar møguleikar, bæði at gera av nær og hvussu vit skuldu fáa børn, eins og barnleys og støk kundu fáa hjálp av ymsum slagi.

Haldi ikki vit seta spurningar við hesi viðurskifti, men hava tikið tey til okkara sum kærkomna hjálp og nýbrot.

Spurningarnir, sum nú koma, eru av átrúnarligum slagi  og í sambandi við pør av sama kyni.

Vit kunnu siga tað soleiðis, at vísindin yvirhálaði Paulus – og hansara samsvornu, í og við, at teirra tilmæli eru áðrenn lóglig og góðtikin samkynd og áðrenn reagensgløs og eftirgjørdan gitnað.

Hinvegin hevur vísindin ikki yvirhálað tann miskunsama samariubúgvan, ta fátøku einkjuna, kvinnuna við Sikars brunn, Sakkeus uppi í trænum ella kærleiksboðið, og sum kristin verða vit ikki arbeiðsleys, fyri tað, um vit ikki skulu gera av livsviðurskifti ella eksistensiella støðið hjá hvørjum øðrum.

Og her kundi eg hugsað mær árvaknar almennar miðlar, sum við góðum lærdum fólki, bæði innan guðfrøði, heimsspeki, fólkalívsfrøði og samkynd, kundu havt temasendingar og panel av øllum slagi, har hesi viðurskifti vóru sett á skrá og lýst alment.

Bæði um pør av sama kyni  og um markið fyri, hvar vit ráða hvørjum øðrum?

Eg skilji væl, at fólk eru ótrygg og at hetta nýggja familjumynstrið skapar ótta, og vit kunnu gott verða ósamd um mynstrið og um hvørt tað er rætt ella skeivt, tað er slettis ikki har tað er.

Men kunnu vit, sum sagt, ráða hvørjum øðrum og kunnu vit standa einsamøll og verða so nógv øðrvísi enn, eitt nú, Norra, Svøríki, Danmark og Ísland?

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo