Ein íshola nærhendis Vatnajøkuli í Íslandi smokkaði í dag saman. Fleiri fólk vóru í holuni, og enn er onkur, sum ikki er komin aftur í aftur.
Tvey fólk vóru fingin út beint eftir hendingina, og tey vórðu flutt á sjúkrahús við álvarsligum skaða, skrivar Vísir.
Eini 25 fólk vóru í og uttanfyri holuna, tá hon smokkaði saman, og tað er sum skilst ikki heilt greitt enn, hvussu nógv fólk kunnu vera í holuni framvegis. Stór bjargingarlið arbeiða í kvøld á staðnum, og tey fara at halda fram í alla nátt, verður sagt.
Talan er um eitt stað, har nógv ferðafólk vanliga vitja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo