ÍSF: ÍSF eggjar í felagsskrivi til øll ítróttafeløg kring landið um at fyrireika seg at taka væl ímóti, um flóttafólk koma til kommununa.
At íðka og at vera partur av ítróttaliga felagsskapinum er sunt kropsliga og sálarliga, og fyri ein nýggjan í kommununi er tað serliga sosiali parturin og kenslan av at hoyra til ein felagsskap, sum kann gera allan munin. Tað er sjálvsagt eisini møguligt at gerast partur av einum ítróttafelagsskapi sum sjálvboðið hjálparfólk, hóast ein ikki ætlar sær at íðka.
ÍSF gevur eisini 8 góð ráð í samband við eina góða móttøku (sí niðanfyri).
Kunning í nærumhvørvunum
Sambært Reyða Krossi í Føroyum vísa royndir úr Íslandi og Danmark, at kunning í lokalumhvørvinum hevur alstóran týdning í samband við at taka væl ímóti. ÍSF vil við hesum eggja kommunum at taka feløgini við, og somuleiðis feløgum um at luttaka, um kunnandi fundir verða skipaðir í tykkara kommun.
Yvirlit yvir feløg í Føroyum
ÍSF hevur eisini ment eitt kort við yvirliti og kontaktupplýsingum hjá øllum feløgum í Føroyum. Kortið sæst her: https://isf.fo/felog-i-foroyum/.
Og vit hava sjálvandi bjóðað okkum fram at ráðgeva flóttahjálpini hjá Reyða Krossi um tørvur er á at finna ein ítróttafelagskap kring landið.
Soleiðis kunnu vit taka væl ímóti:
1. Takið evnið upp á nevndarfundi og gevið einum ábyrgd av at taka sær av nýggum, sum koma til felagið. Hetta er viðkomandi í samband við, at flóttafólk koma til Føroyar, men hetta er eisini viðkomandi í øðrum samanhangum.
2. Legg kunning á heimasíðuna (og onnur almenn støð) á m.a. enskum, har tit skriva um tykkara tilboð. Tit kunnu eisini vísa til ÍSF, sum kann ráðgeva um, hvørji ítróttatilboð eru kring landið.
3. Luttak í møguligum kunnandi tiltøkum í kommununi, har tit vísa, hvørjir møguleikar tit kunnu bjóða.
4. Bjóða øllum við - eisini teimum, sum ikki ætla sær at íðka. Tað eru nógvar uppgávur, sum sjálvboðin kunnu gera.
5. Gev einum royndum í felagsskapinum - foreldri, venjara ella íðkara ábyrgd av at vísa einum nýggjum runt. Legg dent á at skapa tryggar karmar og tryggja, at viðkomandi hevur fingið eina persónliga kontakt og kontaktupplýsingar, soleiðis at tey altíð kunnu venda sær aftur til viðkomandi við spurningum.
6. Fortel um siðir og vanar og tryggja, at viðkomandi skilir boðini, sum verða givin. Tað er neyðugt at gera hetta fleiri ferðir, tí tað er trupult at skilja alt fyrstu ferð.
7. Upplýs um nær og hvar tit møta til venjing ella onnur tiltøk. Skapa eitt trygt rúm, og vís áhuga og virðing fyri, at øll ikki hava somu vanar, tá tað snýr seg um tíð og uppmøting.
8. Fylg upp. Spyr beinanvegin, um viðkomandi hevur hug at koma aftur. Ring ella skriva eitt sms at vita, um viðkomandi hevur hug at koma til næstu venjing ella til næsta tiltak.
ÍSF bjóðar:
• Vit kunnu ráðgeva og hjálpa við at finna eitt hóskandi ítróttatilboð til ein nýggjan í kommuni - skrivi til isf@isf.fo
• Vit hava ment eitt kort við yvirliti og kontaktupplýsingum hjá øllum feløgum í Føroyum: https://isf.fo/felog-i-foroyum/.
• Plakat til nevnd, venjarar og hjálparfólk um at taka væl ímóti: isf.fo/tak-vael-imoti-plakat/
Reyði Krossur bjóðar:
• Skeið: Tit kunnu luttaka í ókeypis skeiði um at taka væl ímóti, sum Reyði Krossur viðmælir: Møguligt er at velja ein av hesum døgunum: 30. mars og 20. apríl. Les meira her: seminarer.dk/fagfolk-ukrainske-flygtninge/
• Reyði Krossur hevur ein lista av sjálvbodnum, sum kunnu hjálpa við tulking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo