Mikukvøldið 7. februar skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í skúlanum á Giljanesi.
Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum hjá ítróttafeløgunum í Vágum og Norðstreymoy (ella øllum, sum hava áhuga). Endamálið er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
• Bygnaðurin í ÍSF
• Skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum
• Etisku leiðreglurnar
• Doping
• Tryggingarviðurskiftir
• Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
• Skeiðsvirksemi
• o.a.
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF ferðast eisini til:
Klaksvíkar 21. mars
… og eitt væl vitjað tiltak var í Runavík 24. januar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo