ÍSF: Framsýningin ÍSF 80 ár og Oyggjaleikir 1985-2017, sum hevur verið á torginum í SMS seinastu vikuna, fer nú at ferðast:
Frá mánadegnum 15. apríl til og við týsdegnum 30. apríl verður forvitnisliga framsýningin at síggja í Býráðshøllini í Klaksvík. Á framsýningini ber til at síggja søguna hjá ÍSF í orðum og myndum. Oyggjaleikirnir, sum hava verið gjøgnum tíðina, verða eisini væl lýstir.
Fyrsti formaðurin í ÍSF var Poul E. Petersen, lærari og ítróttaráðgevi. Hann var maðurin, sum tók stig til at savna fólk til ein fyrireikandi fund á Sjómansheiminum 16. august í 1938, har lógarreglur fyri ÍSF vórðu góðkendar.
Tann 4. apríl í 1939 var so stovnandi aðalfundur sama stað. Sjey feløg vóru vóru við á stovnandi aðalfundinum, HB, Havnar Fimleikafelag, Havnar Róðrarfelag, Neistin, SÍ, VB og EB. Í dag eru fleiri enn 120 feløg limir í sersambondunum í ÍSF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo