FSF: – Hetta verður ein stór uppgáva, men vit gleða okkum. Samstundis eru hesir dystirnir eisini góð fyrireiking til komandi landsliðsavbjóðingar, ið standa fyri framman hjá hesum gentunum.
Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, við heimasíðuna hjá FSF.
Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við írska fótbóltssambandið, at Írland verður vertur fyri tveimum venjingardystum millum U16-landsliðini við gentum millum Írland og Føroyar, sum vera spældir í komandi mánað.
Fyrri venjingardysturin verður týsdagin 22. august, meðan tann seinni verður hósdagin 24. august.
Saman við Jákupi Mortensen, hjálparvenjara, hevur Eyðvør Jakobsen kunngjørt tær 18, ið eru boðsendar til dystirnar móti Írlandi. Sum partur av fyrireikingunum verður hópurin samlaður til tríggjar venjingar, ið vera á Tórsvølli 14. og 15. august.
Hópurin
Hannah Warner, B71
Sára Kristiansen, BSF (Danmark)
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marita E. á Heyggi, HB
Ronja Ragnarsdóttir Trier, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Elisabet Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Karla Sjóstein, KÍ
Margreta Elisdóttir í Buð, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Valbjørg Davidsen, Skála
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Hansina Nesá, Víkingur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo