IRF: Endurvinningarhøllin hjá IRF á Hagaleiti í Leirvík tekur ímóti pappíri og pappi úr øllum landinum. Í 2020 var samlaði útflutningurin av pappíri og pappi, sum varð sent til endurvinning, 2.464 tons. Hetta er ein hækking á 24% samanborið við við 2019. Verður hugt at býtinum millum papp og pappír, sæst, at tað er serliga nøgdin av pappi, ið økist. Sí talvu niðanfyri. Tó verður tað mett, at papp- og pappírsinnsavningin kundi verið tvífaldað, tí sera nógv pappír og papp verður enn latið í gráa posan í staðin fyri hvíta posan.
Talva:
##med2##
Hvat pappír og papp kann endurvinnast?
Tá innsavningarbilarnir hjá IRF heinta húsarhaldsposar, kunnu teir taka bæði gráar og hvítar posar á sama túri, tí innsavningarbilarnir hjá felagnum eru tvíbýttir. Gráu posarnir fara í eitt rúm og enda í ovninum á Brennistøðini, meðan hvítu posarnir fara í eitt rúm fyri seg í bilunum og verða koyrdir til Endurvinningarhøllina hjá IRF.
Í hvíta posan ber til at koyra alt papp og pappír t.d. tíðindabløð, lýsingarbløð, brævbjálvar, matvøru-pakningar og allar eskjur úr pappi. Ivast tú í, um okkurt papp ella pappír kann endurvinnast, skalt tú kortini lata tað í hvíta posan, tí næstan alt papp og pappír kann endurvinnast, og tað bilar ikki, um tú hevur trampað á tað ella tað er blivið vátt. Tað skal bara ikki vera ordiliga skitið av t.d. matleivdum.
Hví skulu vit skilja pappír og papp?
Pappír og papp kann endurvinnast 7-10 ferðir, uttan at styrkin í trevjuni viknar. Vikubløð kunnu t.d. blíva til tíðindabløð, sum so seinni kunnu blíva til pappkassar. Tú skilir pappír og papp frá vanliga húsarhaldsburturkastinum, og síðan sendir IRF tað til endurvinning uttanlands, so tað kann gerast um til nýggjar vørur úr pappíri og pappi. Endurvunnið pappír og papp er líka haldgott sum pappír og pappvørur, ið eru gjørdar úr træi. Tá vit endurvinna pappír og papp, verja vit skógin, minka luftdálkingina og spara orku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo