Júst sum heimurin heldur ondini og stúrir fyri at ófriðurin í Miðeystri skal breiða seg til fleiri lond hevur Iran eftir øllum at dømi tikið næsta stigið og lagt hald á eitt skip sum skal hava tilknýti til Ísrael, tí ein ísraelsmaður er partaeigari í reiðaríðnum sum rekur skipið.
Iranska kollveltingarhirðan skal hava tikið skipið, sum nú verður siglt til Iran. Manningin umborð telur 25.
Á dr.dk sæst millum annað ein videoupptøka av, tá iranska kollveltingarhirðan tekur skipið.
Ísrael sigur, at talan er um sjórænaravirksemi og vil hava ES og frælsa heimin at lýsa iransku kollveltingarhirðuna sum ein yvirgangsfelagsskap og seta tiltøk í verk ímóti Iran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo