Skúlablaðið: Brynhild W. Djurhuus hevur høvuðsábyrgdina av móttøkuflokkinum í Runavíkar kommunuskúla. Tað hevur hon verið síðan fyrst í hesum árinum, tá ið flokkurin byrjaði. Hon heldur, at hvør einstakur lærari má vera tilvitaður um tørvin og treytirnar hjá næmingum, sum koma aðrastaðni frá, og sum skulu læra alt av nýggjum.
- Tað er sera umráðandi, at allir lærararnir hjá hesum næmingunum eru tilvitaðir um og leggja upp fyri, hvat teimum tørvar fyri at kunna vera við og læra, soleiðis at teir ikki detta niðurímillum. Teir mugu brúka orku og tíð at greiða frá hugtøkum og orðum, tí teir kunnu ikki taka fyri givið, at næmingar, sum flyta til landið, kenna tey.
- Undanvitanin hjá teimum er øðrvísi enn hjá næmingum, sum eru føddir og vaksnir upp í Føroyum. Tað er eingin ivi um, at uppgávan hjá lærarunum í heimaflokkunum hjá hesum næmingunum er stór, um tað skal eydnast teimum at hava næmingarnar við í øllum og røkka teimum.
Brynhild W. Djurhuus er í holt við ískoytisútbúgvingina í føroyskum sum annaðmál. Útbúgvingin tekur hálvttriðja ár og er liðug við árslok. Áðrenn hon fór undir hana, hevði hon nøkur skeið í undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Hon heldur, at útbúgvingin gevur henni nógv góð amboð og henta vitan.
- Áðrenn eg fór í holt við útbúgvingina, var eg ikki nóg tilvitað um, hvussu umráðandi tað er at taka bakgrundina og móðurmálið hjá næmingunum við í undirvísingina. At móðurmálið hevur nógv at siga fyri, hvussu væl vit megna at læra eitt nýtt mál.
Tá ið móttøkuflokkurin byrjaði, vóru næmingarnir fimm í tali. Síðan er talið vaksið so hvørt, og nú eru teir ellivu; ein av næmingunum kemur úr Tofta skúla. Undirvísingin fer fram á bókasavninum í Skúlanum á Glyvrum.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo