Skúlablaðið: Noreg verður sagt at vera eitt mobilt samfelag. Tað vil siga, at øll hava mest sum javnbjóðis møguleikar at gera tað betri – ella verri – enn foreldur síni.
Men ein kanning, sum Knut Røed legði fram á IAREP-ráðstevnuni við Universitetið í Agder fyri stuttum, vísir úrslit, sum eru minni hugalig.
– Hjá teimum børnum, sum eru illa fyri sosialt og fíggjarliga, er mobiliteturin fallandi, sigur Knut Røed, búskaparfrøðingur og granskari við Frischsenteret við forskning.no.
Kanningin er partur av eini størri verkætlan, sum hann arbeiðir við í samstarvi við Simen Markussen, granskara við Frischsenteret.
Á IAREP-ráðstevnuni løgdu granskarar úr øllum heiminum fram kanningar um búskaparliga sálarfrøði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo