Fíggjarnevndin er komin við sínum áliti viðvíkjandi uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025.
Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta (Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen) og ein minniluta (Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) , og umframt at vera partur av minnilutanum, hevur Magnus Rasmussen eisini sínar egnu viðmerkingar.
Magnus Rasmussen vísir á, at ætlaða niðurlaðingin av ríkisveitingini hjá landsstýrinum merkir, at inntøkur landskassans í hesum valskeiðnum verða 250 mió. kr. minni enn ætlað.
- Hetta er ein stór upphædd, sum verður tikin úr føroyska búskapinum. Sjálvsagt fer hetta at merkjast, og tað er tað longu farið.
- Henda trygga inntøkukelda landskassans verður javnan gjørd til einkis. Sagt verður aftur og aftur, at hendan inntøkan hevur ikki tann stóra týdningin, ja, nøkur fara so langt sum at siga, at hon í veruleikanum hevur als ongan týdning.
- Vil bara minna á, at trygga inntøkan av ríkisveitingini hevur stóran týdning. Í løtuni er hon knøpp 8% av inntøkum landskassans, og eitt er vist, at er hendan inntøkan ikki til staðar, so mega inntøkur koma aðrar vegir.
- Sum nú er, so er skattaskrúvan táttað alvorliga, og avgjaldsinntøkurnar frá borgarum og vinnu er nógv øktar seinastu árini, so áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvaðani landsstýrið og samgongan hugsa at fáa fleiri inntøkur til vegar.
- Tað er eisini sjón fyri søgn, at vanliga húsarhaldið hevur tað trupult og tungt við at fáa endarnar at røkka saman. Kostnaðarstøðið er nógv hækkað á vørunum, serliga gerandisvørum, so nógvar føroyskar familjur hava torførar tíðir. Og so ikki um at tala tær øktu rentuútreiðslurnar og inflatiónina, sum vit øll kenna til.
Magnus Rasmussen heldur tí, at samgongan heldur skuldi gjørt álvara av orðunum í samgonguskjalinum um at endurskoða ætlanina, um búskaparliga støðan broytist – tí eitt er vist, og tað er, at búskaparliga støðan er broytt, síðani samgongan tók við fyri tveimum árum síðani.
- Vísandi til omanfyristandandi mælir undirritaði til at hækka ríkisveitingina við 25 mió. kr. komandi ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo