Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Sethúsaprísirnir eru øktir skjótari enn inntøkurnar seinastu áleið 8 árini og tað kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini, men eisini hava renturnar verið sera lágar hetta sama tíðarskeiðið, sum hevur gjørt tað lutfalsliga bíligt at læna pening til sethús. Tilflytingin til Føroya er framvegis stór, arbeiðsloysið er lágt og virksemið í búskapinum stórt, men hækkaðu útlánsrenturnar eru við til at tálma keypihugin, og tí valdar í løtuni óvissa um útlitini fyri prísgongdina á sethúsamarknaðinum.

Í juli og september 2022 hækkaði evropeiski miðbankin rentuna. Evropeiski miðbankin hækkar rentuna fyri at tálma prísvøksturin, og danski Nationalbankin, ið heldur fastan krónukurs mótvegis evruni, fylgdi aftaná og hækkaði sínar rentur. Av tí at útlánsrentan í Nationalbankanum er hækkað, hækka føroysku bankarnir eisini sínar útlánsrentur. Eitt hækkað rentustøði merkir øktar rentuútreiðslur til bæði bústaðarlán, billán og aðra skuld í bankanum.

Bæði rentuhækkingarnar og prísvøksturin, sum hevur verið í seinastuni á ymsu vørunum og tænastunum, sum húsarhaldini keypa, minka um tøka peningin hjá húsarhaldunum, og hetta er við til at avmarka, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða fyri bústaðir og tað kann koma til at tálma prísvøksturin á bústaðarmarknaðinum.

Seinastu áleið 8 árini eru sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum øktir skjótari enn inntøkurnar og tað kemur fyrst og fremst av, at eftirspurningurin eftir bústøðum er størri enn útboðið. Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum kemur av stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini, men eisini hava renturnar verið sera lágar hetta sama tíðarskeiðið, og hetta hevur gjørt tað lutfalsliga bíligt at læna pening til sethús. Í myndini niðanfyri sæst, at sethúsaprísirnir í Tórshavn eru vaksnir skjótari, enn tøka inntøkan síðani 2015 (undantikið í 2017). Vøksturin í realum sethúsaprísum (sí grønu stabbarnir, t.e. sethúsaprísur frároknað prísvøkstur) hevur í miðal verið 10% í tíðarskeiðinum 2018 – 2022. Seinast ein slík gongd sást í lutfallinum millum sethúsaprísir og tøku inntøkuna, var í 2006 – 2008. Eftir 2008 fall sethúsaprísurin aftur til støðið fyri tøku inntøkuna. Ilt er at siga, um sethúsaprísirnir aftur fara at lækka á sama hátt. Serliga í miðastaðarøkinum er eftirspurningurin eftir býli framvegis størri enn útboðið, og tað hálar prísin uppeftir.

Ein avleiðing av, at sethúsaprísirnir vaksa skjótari, enn tøka inntøkan, er, at bústaðarbyrðan økist. Tað merkir, at tann parturin av tøku inntøkuni, sum húsarhaldini nýta til avdráttir og rentur, er øktur.  

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo