Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus: Síðstu vikuna hava børn á dagstovninum Hans Andrias Djurhuus málað, teknað og bakað ymiskt sum í gjár bleiv víst fram á einum foreldrakaffi, har foreldur høvdu møguleika at geva eina gávu til innsavningina.
Tað var sera góð luttøka og inn komu heili 6198,50,- kr.
Umboð fyri Reyða Kross hava í morgun verið á stovninum og móttikið peningin.
Eitt av okkara børnum, sum er úr Ukraina fekk møguleika at handa peningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo