Landsbankin: Innlánini í føroysku bankunum, tað vil siga pengar á bók, vuksu við 2,4% í september 2024. Innláns-vøksturin stavar frá vøkstri í innlánum frá húsarhaldum (6,1% roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal) og privatu vinnuni (5,6%). Vøksturin í innlánum frá húsarhaldunum er øktur støðugt síðani á vári 2023 og hjá privatu vinnuni síðani á vári 2024.
Innlánsyvirskotið hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum var 3,1 mia. kr. í september 2024, men verður skuldin, sum húsarhaldini hava í donskum realkredittstovnum tald við, høvdu føroysku húsarhaldini innlánsundirskot á 190 mió. kr. í september 2024.
Samlaðu innlánini í føroysku bankunum vóru 20,3 mia. kr. í september 2024, sum eru góðar 800 mió. kr. hægri, enn í september 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo