Rustu Recber, sum hevur leikt flest landsdystir í søguni fyri Turkaland, er innlagdur á sjúkrahús við korona.
Hann hevur fyrr leikt við Barcelona.
- Vit eru enn í sjokk eftir brádligu og skjótt versnandi symptomini, skrivar konan Isil Recber á Instagram sambært BBC.
Konan og bæði børnini eru testað negativ.
Turkaland hevur ikki merktso nógv til alheimsfarsóttina enn, og tað er ikki so nógvir dagar síðani at turkiska ligain var steðgað, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo