Hagstovan: Innflutningurin til og við november 2021 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,4 milliardir krónur.
Hetta er ein vøkstur á 12,3% í mun til sama tíðarskeið í 2020.
Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 14%.
Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast umleið sama nøgd er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í 2021 samanborið við 2020.
Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkinum 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er 49,2%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo