Hagstovan: Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av brennievni er hækkað 570 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið, serliga vegna hægri prís á brennievni. Tað svarar ein vøkstur upp á 63%.
Innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er einans vaksið 45 milliónir krónur ella 2,4%.
Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari annars til vinnuna (hav- og landbúnað, fiskavirking og aðra framleiðslu), er vaksin við slakari milliard ella 26%. Vøksturin í innflutninginum av byggitilfari hetta tíðarskeiðið er einans 37 milliónir krónur ella 4,5%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo