Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá mars 2022 til februar 2023 var 12,8 milliardir krónur. Tað eru 3,3 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.
Innflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá mars 2022 til februar 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 917 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.
Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 332 milliónir krónur ella 53 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutninginum 'til aðra framleiðslur', stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo