Hagstovan: Innflutt varð fyri 5,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar av 2024. Tað er góð 14 prosent ella 981,7 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í 2023.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 667,7 milliónum krónum, ella 31,5 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 283 milliónir krónur, ella sløk 10 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 150 milliónir krónur, ella sløk 6 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo