Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2021 til januar 2022 var 9,4 milliardir krónur. Tað er 1,4 milliard krónur meira enn undanfarna skeið.
Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av brennievni er vaksin 507 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Um januar 2022 verður samanborin við januar 2021, er prísvøksturin umleið 70%.
'Rávøra til fiskavirking', t.e. heilur feskur og frystur fiskur, er vaksið 87%, meðan innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð til vinnulívið er vaksin 33%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo