Hagstovan: Innflutningurin fyri fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,8 milliardir krónur. Hetta er sjey prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.228,6 milliónir krónur fyrstu átta mánaðirnar av 2023. Hetta er 344 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192,2 milliónir krónur meira, sum er 38,3 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 106,4 milliónir krónur, ella 20,8 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo