Hagstova: Innflutningurin fyri fyrstu níggju mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 8,7 milliardir krónur. Hetta er seks prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.405,1 milliónir krónur fyrstu níggju mánaðirnar av 2023. Hetta er 301,4 milliónir krónur, ella 17,7 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.
Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking" (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 153,2 milliónir krónur meira, sum er 26,8 prosent vøkstur.
Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 148 milliónir krónur, ella 25 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo