Hagstovan: Innflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 339,4 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 323,9 milliónum krónum ella 10,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál, sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 541,8 milliónir krónur ella góð 12 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 235,6 milliónir krónur, ella 4,7 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men innflutningur av rávøru til fiskavirking er eisini minkaður nógv, nevniliga 93,9 milliónir krónur. Innflutningurin av heilivági og øðrum er vaksin við 28,5 milliónum krónum.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo