Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Innflutningurin fyri september er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá oktober 2023 til september 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 483,8 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 195,3 milliónum krónum ella 6,3 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál, sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 623,1 milliónir krónur ella nærum 14 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 138,6 milliónir krónur, ella 2,8 prosent. Av hesum stendur byggivirksemi fyri eini minking sum er 106 milliónir krónur. Innflutningurin av heilivági og øðrum er vaksin við 24,5 milliónum krónum.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo