Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 11,2 milliard krónur. Tað eru 1,2 millardir krónur, ella sløk 10 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna skeið.

Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 579 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 514 milliónum krónum ella góð 14,7 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.

Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til beinleiðis nýtslu er minkaður 690,6 milliónir krónur ella sløk 13 prosent. 

Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 111,6 milliónir krónur, ella 2,4 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini ein minking av flutningsvirksemi og líknandi til nýtslu í framleiðsluni. Bólkurin 'Vevnaður, klædnavørur, skógvar" er vaksin við 52,6 milliónum krónum. Hetta fevnir eitt nú um tilfar til trolframleiðslu.

Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo