Innbrot hevur verið í handlinum Sorella í Miðvági síðstu nátt.
Tjóvurin ella tjóvarnir eru komnir inn gjøgnum eina hurð í kjallaranum sum teir hava lirkað upp og hava soleiðis fingið atgongd til handilin.
Har eru teir farnir beint í kassan og hava tikið vekslipeningin, einar 400 krónur, upplýsir vakthavandi á politistøðini fyri VP.
Politiið hevur ongan illgruna um, hvør hevur framt innbrotið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo