Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samrøðu við KVF hin 11. juli sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og sum umsitur Býarskipanarlógina, at alt er farið rætt fram fyrisitingarliga í Tvøroyrar kommunu í samband við broytingaruppskotið til almennu byggisamtyktina, har Varðin Pelagic hevur í ætlan at byggja mjøl- og lýsiverksmiðju.

Landsstýriskvinnan sigur eisini frá, at stóð tað til hana, var umsóknin hjá Tvøroyrar kommunu um at broyta byggisamtyktina fyri havnarlagið, ikki gingin á møti.

Ingilín D. Strøm hevur sum ábyrgdandi landsstýrisfólk skyldu til neyvt at halda seg til Býarskipanarlógina og tær ásetingar har eru galdandi fyri hvussu ein byggisamtykt kann broytast og verða kunngjørd fyri almenninginum til ummælis og møgulig mótmæli ella broytingaruppskot.

Tvøroyrar kommuna fekk mótmæli og broytingaruppskot frá m.a. áhugabólkinum Livilig Kor á Tvøroyri, og har tað m.a. varð víst á, at kunngerðin løgd fram 22. februar ikki er orðað sum ein slík skal verða, og ikki hevur í sær tær ásetingar, sum kravdar eru í Býarskipanarlógini.

Býarskipanarlógin ásetur í partinum Innihald, broytan og víðkan býarskipana § 3 stk. 4, at Góðkend býarskipan kann verða broytt ella víðkað eftir teim í § 1 ásettu reglum. Eitthvørt kommunustýri hevur í umsiting síni yvirhøvur skyldu at ganga fram eftir góðkendari býarskipan.

Og víðari ásetur lógin í partinum Innihald byggisamtykta § 5 stk. 7, at Ein góðkend byggisamtykt kann verða broytt ella víðkað við nýggjum og greiniligari reglum viðvíkjandi teim í stk. 4 og 5 umrøddu viðurskiftum eftir reglum, sum settar eru fyri nýggjar samtyktir.

Kunngerðin er ikki lýst sum ein nýggj ella serstøk broyting til almennu byggisamtyktina fyri tað á hjálagdum kortskjali vísta øki, ið hoyrir til økispartin D: Havnarøki, ið fevnir um øll havnarøkini í kommununi.

Kunngerðin frá 22. februar er soljóðandi: ”Ásetingar í byggisamtyktini verða broyttar soleiðis, at § 29 Øki D: Havnarøki, stk. 4, verður orðað soleiðis: Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir, herundir siloir og skorsteinar, vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. (Broytingin er skákskrivað).”

Feilurin í kunngerðini og tess fráboðan er, at tað er sjálv almenna góðkenda byggisamtyktin frá 2014, sum í § 29 verður orðað annarleiðis fyri Økispartin D: Havnarøki, stk.4, ið fær víðkaðan og nýggjan tekst, ið verður at galda fyri øll 6 í býarskipanini vístu havnarøki.

Varð rætt atborið, átti at verði skrivað nýggj reglugerð við frámerki sum bókstav ella tal, at her var talan um eina nýggja byggisamtykt fyri ávíst havnarøki (sum ásett í § 5. stk 7) og við nýggjum og greiniligum reglum samsvarandi viðurskiftum og reglum, sum settar eru fyri ger av nýggjum samtyktum.

Livilig Kor á Tvøroyri gjørdi sær tann ómak at kanna hvussu aðrar kommunur umsita broytingar til galdandi byggisamtykt. Hugt var eftir Klaksvíkar kommunu, Tórshavnar kommunu, Fuglafjarðar kommunu, Vága kommunu og Vágs kommunu. Staðfestast kundi at allar hesar kommunur umsótu Býarskipanarlógina fult í samsvar við tær ásetingar settar eru.

Í ummæli og viðmerkingum frá Tvøroyrar kommunu til mótmæli og broytingaruppskot frá Livilig Kor á Tvøroyri, tekur Tekniska Deild býráðsins hin 18.apríl undir við Livilig Kor á Tvøroyri, í átalar lýstu kunngerð og tess innihald.

Skrivað verður frá Teknisku Deild: ”Á einum øki í mótmælinum er tó nakað at umhugsa: Tað er rætt, at broytingin í D: Havnarøki verður galdandi fyri øll havnarøki í kommununi, og um tað ikki er ynskiligt ella ætlanin, hevði tað helst verið eitt hugskot at gera eitt nýtt havnarøki ”D2”, sum inniheldur ásetingarnar um bygging av goymslubrunnum og skorsteinum. D: Havnarøki broytir so navn til D1, men er annars óbroytt.”

Víðari verður skrivað: ”Viðheft er uppskot til orðing av ”D2”.

Altso er ikki minsti ivin, eisini íkomin í Teknisku Deild 18. apríl, at kunngerðin lýst varð 22. februar IKKI er sambært ásetingum og reglum í Býarskipanarlógini til hvussu ein broyting skal fremjast til galdandi byggisamtykt.

Staðiliga er víst til henda trupulleika yvirfyri Umhvørvismálaráðnum og landsstýriskvinnuni Ingilín D. Strøm, ið, sum svarskriv móttikin eru farnu dagar, ikki vilja gera viðmerkingar til hetta ítøkiliga mál.

Heitt er á Umhvørvismálaráðið at geva boð til Tvøroyrar kommunu, vísandi til at kunngerðin ikki er sambært Býarskipanarlógini, at leggja fram kunngerðina av nýggjum og við teim byggingar-fyriskipandi greiningum, sum lógin vísir til skulu verða í einum broytingaruppskoti, ið verður at skoða sum ein nýggj byggisamtykt fyri ávísan økispart og tí við egnum frámerki.

Niðurstøðan er tí ikki, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum og ábyrgdandi Býarskipanarlógini, sigur frá við KVF hin 11. juli, at alt er farið fyrisitingarliga rætt fram.

Sambært Løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verður í § 2 sagt frá, at ”Løgmaður og landsstýrismenn / kvinnur hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum eru løgd til teirra”.

Stýrisskipanarlógin vísir í § 33. stk. 3, at Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður / kvinna situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Útinnur løgmaður ikki hetta eftirlit, er annar møguleikin, sum ásett í § 38 stk. 2, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra at gera frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lóglign hátt.

Borgarin í landinum hevur krav at landsins lógir og reglur verða fylgdar, og at kommunala umsitingin fer rætt fram. Landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Ingilin D. Strøm, hevur fingið sær ein álvarsligan trupulleika við ikki at umsita sína lóggávu á rættan og fullgóðan hátt, og er tað tí uppgávan hjá løgmanni partvís løgtinginum at taka stig til at fá hesi viðurskifti í rættlag.

Kári Thomsen ark.MAA
Limur í Livilig Kor á Tvøroyri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo