Vestmenningurin Inger Klein er skipari á nýggjasta skipinum hjá stóra reiðaríðnum Cunard Lines, sum skipasmiðjan júst hevur latið reiðaríðnum.
Inger fer at hava eina manning uppá 1.225 undir sær umborð á tí yvir 1.000 fót langa marglætis ferðamannaskipinum Queen Anne, sum fer at taka nærum 3.000 ferðafólk.
Inger Klein hevur áður eisini verið skipari á øðrum stórum ferðamannaskipum hjá sama reiðaríi. Hon bleiv skipari á Queen Victoria í 2010 og seinni á Queen Elizabeth.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo