Sunnudagin kl. 16 verður 1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna.
Røðarar verða Ingeborg Vinther, fyrv. forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni orðnar Pauli Magnussen, leiðari á Staðnum.
Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Fyriskiparar eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo